Eitt bakkast fyri okkum

Seinnapartin í gjár kolaðist ein ferðafólkabussur upp í Hundsáarbotni á Oyggjarvegnum.

 

Ferðafólkini, sum høvdu luttikið í norðurlendska bridgefestivalinum um vikuskiftið, vóru sunnudagin farin eina útferð, men á veg aftur til Havnar kom eldur í bussin.

 

- Bussførarin varnaðist, at okkurt var galið, tá hann byrjaði at koyra niðan úr Kollfjarðardali. Tá instrumentborðið helt á við at blinka, valdi hann at ringja til mín og biðja meg koma eftir ferðafólkunum við einum øðrum bussi, greiðir Magni V. Mouritsen, stjóri í Mouristen’s bussar frá.

 

Eina løtu seinni lýsti ljósið, sum boðaði frá, at nú var ov heitt í motorrúminum aftantil í bussinum.

- Bussførarin bað tá ferðafólkini um at fara úr bussinum og ganga eitt sindur frá honum. Sjálvur tók hann eldsløkkjanar við sær, tá hann varnaðist, at tað stóð roykur frá bussinum, og fór aftur at hyggja. Hann royndi at sløkkja, men tað tók bara lítla løtu, so stóð bussurin í ljósum loga, sigur Magni V. Mouritsen.

 

Hann sigur, at tað vóru nøkur og 20 ferðafólk í bussinum.

- Tey lótu seg í jakkar og annað, tá tey fóru í bussinum, og tíbetur vóru tað bara nøkur heilt fá, sum høvdu taskur og annað liggjandi í bussinum. Tey mistu so alt, sum lá eftir, bæði pass og visakort, sigur hann. Av tí, at hann longu var á veg eftir ferðafólkunum, bíðaðu tey ikki leingi úti.

 

- Vit koyrdu tey oman á Hotel Tórshavn, har tey búðu, og har fólk, sum tóku sær av bridgefestivalinum, eisini vóru til reiðar at hjálpa teimum, sigur hann.

 

Á oyggjarvegnum val sløkkiliðið skjótt á staðnum, men har gjørdist ikki við.

- Tá sløkkiliðið kom á staðið stóð bussurin longu í ljósum loga, sigur Magni V. Mouritsen.

 

Magni V. Mouritsen sigur, at hetta er eitt stórt bakkast fyri fyritøkuna, nú summarið stendur fyri framman og ferðafólkatalið fer at veksa.

- Hetta var nýggjasti bussurin hjá okkum, so eg verið noyddur at leita eftir einum bussi afturat. Hetta kemur sjálvandi dátt við, sigur hann.

 

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hví eldur kom í bussin.

- Nú skulu kanningar gerast og serfrøðingar hyggja nærri at bussinum, sigur Magni V. Mouritsen.

 

Myndirnar av Oyggjarvegnum tók Martha Restorff, meðan myndina av útbrenda bussinum tók Magni V. Mouritsen.