Leita á in.fo

- Tað er alneyðugt at hava lyklapersónar, sum vita, hvussu seyðurin setur ein slíkan fjalldag, sigur Bjørn Patursson.

Vilmund Jacobsen 12.10.2017 (10:25)

Eitt gott miðalár í Koltri

Tað er siðvenja at fara á fjall í Koltri fríggjadagin í heystfrítiðini. Viðrar ikki, verður farið fyrsta dag, ið viðrar. Í ár hevur viðrað illa nú upp undir fjalltíð.

 

Á Facebook-síðuni - Koltur - verður sagt, at fríggjadagin, 6. oktober, bleiv ein skái, og fríggjamorgunin var av allar besta veðri. Manningin ein slíkan fjalldag er stór og spennur frá smæstu børnum til tilkomin fólk - og frá royndum fólki til fólk, sum á fyrsta sinni eru á fjalli.

 

Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, vísir á, at tað er neyðugt hjá honum at hava eina fasta og álítandi manning, tí oyggin bjóðar av við slættlendi, brattlendi og skorðum at fara um.

 

- Tað er alneyðugt at hava lyklapersónar, sum kenna sína ódn, sum hann tekur til - og ikki minst sum vita, hvussu seyðurin setur ein slíkan fjalldag, sigur hann.

 

Í greinastubbanum á Facebook-síðuni sigur fyristøðumaðurin, at raksturin henda dagin gekk so mikið skjótt og væl, at til bar at fletta avdeyðan longu fríggjadagin. Síðan gjørdist leygardagurin hin stóri flettingardagurin, har restin varð flett og sleppingin gjørd liðug og endaliga góðkend.

 

Bjørn Patursson sigur, at skurðurin í 2017 gjørdist eitt gott miðal ár, og vegna Tjóðsavnið í Koltri takkar hann manningini fyri gott arbeiði og tyrluni hjá Atlantsflogi fyri flutning og aðra hjálp.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her