Eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa mánadagin

Streymurin er hampiligur, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður einki serligt í næstu viku.

Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur.

 

- Teir fáa mest av hýsu, og skipið kemur inn at landa mánadagin komandi.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar undir Føroyum. 

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.   

 

Streymurin er hampiligur, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður heldur einki serligt. 

 

- Vit vænta ikki nógvan útróður, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er brúkiligur, verður lagt aftrat.