Eitt kalt vikuskifti fyri framman

Eitt lágtrýst við Lofoten fer í ein eystan og síðani streymar køld luft sum frá líður inn yvir okkum av norðri og útnyrðingi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst, á veg í ein eystan, framvið beint sunnan fyri Føroyar. Mánadagin fer eitt nýtt lágtrýst í Norðurhavinum í in sunnan og gevur eitt skifti ein sterkan streym av kaldari luft av norðri oman yvir Føroyar. Mitt í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur av vestri fram við okkum, við veikari og heitari vindi.

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum makar eitt sindur í kvøld. Sólglottar, men serliga fyrrapartin ælaveður og møguliga kavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og vátaslettingur ella kaviæl. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum spakuliga makar í eitt lot av ymsum, undir 8 m/s. Í løtum sólglottar, men fyrrapartin okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Um náttina lot til andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av eystri og landnyrðingi. Móti nátt hækkar hann í ein norðan og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 ms. Fyrst skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi, men út á náttina klárar í og ta verður samdrigið, men møguliga kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mánadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum 1 og 3 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 7 stig.