Eitt litfagurt tillukku

– við nýfingnu javnrættindunum til allar føroyingar

– við nýfingnu javnrættindunum til allar føroyingar

 

Tað sigur Amnesty International Føroya Deild í tíðindaskrivi í dag:

 

Føroya Løgting hevur í dag samtykt, at okkara felags lógarverk skal umboða okkara felags menniskjasligheit og virði og ikki okkara ymiskleika.

 

Amnesty vil hervið nýta høvi at ynskja øllum føroyingum tillukku og takka øllum teimum eldsálum, sum hava hildið eldinum brennandi. Frá LGBT aktivistum til fólkavald, men eisini breiða skaranum, sum hevur stuðlað rørsluni við t. d. at luttaka í árligu Faroe Pride gonguni og við at vísa í verki, at samkynd hava upp á allar mátar sama virði sum øll onnur her á landi.

 

Amnesty International sum altjóða felagsskapur hevur síðani 2007 heitt á øll lond um at steðga mismuni í samband við borgarliga vígslu. Og í 2011 skipaði Føroya Deild fyri almennum tiltaki, har vit settu spurningin, hvør er støðan hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum, og kunnu vit seta okkum felgas mál, sum vit kunnu arbeiða fram ímóti?

 

Eitt av okkara felags málum var at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini. Fyri Amnesty hevur tað avgerandi týdning, at rættindini hjá samkyndum til hjúnaband verða tryggja í somu lóg, sum hesi rættindi hjá hinkyndum. Á fundinum staðfestu við eisini, at tørvur var á einum sjálvstøðugum felagsskapi, sum skal virka fyri rættindunum hjá samkyndum og tvíkyndum, og á einum uppfylgjandi fundi varð avgjørt at skipa fyri stovnandi fundi, har LGBT Føroyar var stovnað.

 

Síðani hevur Amnesty stuðlað arbeiðnum hjá LGBT Føroyum, m.a. við at ganga á odda í árligu stuðulsgonguni, og aftur og aftur hevur Amnesty heitt á Føroya Løgting um at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini.

 

Fimm ár seinni er málið rokkið, og hetta eigur felagsskapurin LGBT Føroyar fullan heiður av - sjálvsagt saman við uppskotsetarunum og teimum 19 løgtingsfólkunum, sum í dag atkvøddi fyri broytingunum í hjúnabandslógini. Hesi fimm árini hevur felagsskapurin LGBT Føroyar víst, at tey eru ein gáva fyri Føroya land. Takk fyri, at tit eru her, og takk fyri, at tit ikki fara nakran veg.

 

Enn einaferð er tað staðfest, at vanlig fólk kunnu gera veruligan mun!

 

Amnesty International Føroya Deild