fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Hildið verður, at hetta slagið av hávi hevur svomið kring um á høvunum í 80 miljónir ár.

Vilmund Jacobsen 13.11.2017 (14:35)

Eitt livandi "fossil" í havinum

Tað vóru stór eygu í granskarum, tá tey herfyri gjørdu trolroyndir út fyri Algarve-strondini í Portugál. Endamálið við royndunum var at royna at minka um hjáveiðina í vinnuligari fiskiveiði eftir ávísum fiskasløgum.

 

Knappliga vísti tað seg, at ein forsøguligur hávur – av slagnum chlamydoselachus anguineus, sum eisini verður róptur kragahávurin – var í trolinum. 

 

Mett verður, at júst hesin hávurin er ein av heimsins elstu núlivandi skapningum, og hildið verður, at hetta slagið av hávi hevur svomið kring um á høvunum í 80 miljónir ár. Av hesi orsøk verður hávurin ofta nevndur eitt “livandi fossil” ella ein livandi steinrenning.


Kragahávurin verður serliga lýstur sum hávurin við teimum hvøssu tonnunum og serstaka kjálkabeininum. Hávurin, sum granskarar fingu henda dagin, var hálvan annan metur langur, og hann hevði 300 hvassar tenn í 25 røðum.


Hávurin, sum hevur seks táknurivur á hvørjari síðu, livur bæði í Atlantarhavinum og Kyrrahavinum, men hann sæst ógvuliga sjáldan, tí hann heldur seg við botnin, heilt niður á 1200 metra dýpi, har hann livir av ymiskum fiskasløgum. Hávurin, sum granskararnir fingu, varð fingin á umleið 700 metra dýpi.


Tað er netsíðan www.ibtimes.co.uk ella International Business Times, sum ber hesi tíðindi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her