Amerikanska sangarinnan, Ariana Grande, spældi til konsert í Manchester ígjárkvøldið, har ein sjálvmorðsbumbumaður leyp á.
Higartil er váttað, at 22 fólk eru deyð í sambandi við álopið í Manchester Arena.
Ein sjálvmorðsbumbumaður framdi atsóknina undir konsertini í gjárkvøldið
Her eru nøkur fakta um vælumtóktu songkvinnuna, sum á Twiutter hevur skrivað soleiðis um álopið:
– Knúst. Djúpt í hartanum, eg eri SO kedd. Eg eri málleys.
– Havn: Ariana Grande
– Tjóðskapur: Amerikanari.
– STarv: Songkvinna/sjónleikari
– Kend úr eitt nú barnasjónvarpið á Nickelodeon
– Hevur verið tilnevnd fleiri Grammy virðislønir
– Hevur vunnið tríggjar American Music Awards eins og fleiri MTV virðislønir.
– Hevur gið út tríggjar útgávur: Yours Truly (2013), My Everything (2014) og Dangerous Woman (2016).
– Hevur havt hits sum "Side To Side", "Into you", "Dangerous Woman", "Break Free", og honv ar við í stórhittinum "Bang Bang" frá 2014 við Nicki Minaj og Jessie J.
/ritzau/