Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.03.2019 (20:00)

Eitt stórt framstig fyri javnstøðuna ímillum kynini

Líka síðani 1994 hevur niðurstøðan hjá Javnstøðunevndini verið, at hon ikki fær gjørt sítt arbeiði til lítar, tí at hon fær ov lítið av pengu at arbeiða við. Tað sigur Javnstøðunevndini í nýggjastu frágreiðing síni.

 

Men hon sigur eisini, at nú er vón fyri framman, tí nú er játtanin hækkað munandi og Javnstøðunevndin heldur, at tað er eitt stórt framstig.

 

Higartil hava Javnstøðunevndin og ein onnur líknandi nevnd, Demokratia, sum virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, havt hvør sína játtan á fíggjarlógini. Men nú eru játtanin til Javnstøðunevndina, og játtanin til Demokratia, lagdar saman, og samstundis er hon hækkað 250.000 krónur, soleiðis at hon nú er 968.000 krónur tilsamans.

 

Tey siga, at sostatt eru útlit fyri, at tey kunnu gera eina rættiliga javnstøðuskrivstovu, soleiðis at Føroyar verða á sama stigi, ella á enntá á einum hægri stigi, enn hini norðurlondini á javnstøðuøkinum.

 

Í løtuni hevur Løgtingið eitt mál til viðgerar, sum hevur stóran áhuga hjá Javnstøðunevndini, og tað er málið um at leingja barsilsfarloyvi í tvær vikur, har onnur vikan skal markast til pápan.

 

Og í hesum sambandi hevur Javnstøðunevndin eina greiða støðu, og tað er, at ein partur av barsilsfarloyvinum skal markast til pápan burtur av. Nevndin sigur, at tað er fyri at pápar kunnu fáa meiri tíð saman við børnunum, og fyri at størri javnstøða verður millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, sigur Javnstøðunevndin.

 

Men hóast játtanin til Javnstøðunevndina er hækkað, eru tað ikki øll í Løgtinginum, sum taka undir við arbeiðnum. Tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri í ár, vóru tað løgtingslimir, sum mæltu til at strika alla játtanina til Javnstøðunevndina, og at niðurleggja nevndina. Les meiri um tað her: Hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at strika javnstøðuarbeiðið

 

 

Tað eru eisini løgtingsfólk, sum halda, at arbeiðið fyri javnstøðu beinleiðis oyðileggur samfelagið. Les meiri um tað her: Hetta arbeiðið fyri javnstøðu oyðileggur alt samfelagið


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her