Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.08.2017 (12:00)

Eitt tiltak afturat kann bøta enn meiri um grindadrápið

Hóast føroyingar hava ghjørt nógv fyri at bøta um grindadrápið, eru tað framvegis tiltøk, sum kunnu setast í verk fyri bøta enn meiri um tað.

 

Tað halda tey í Norðuratlantisku nevndini fyri havsúgdjór, Nammco.

 

Í ársfrágreiðingini frá nevndini, sum kom fyrr í summar, hava føroyingar upplýst fyri nevndini, at tað kemur næstan ikki fyri, at grindahvalur verður særdur, fyri síðani at sleppa aftur. Hinvegin er tað hent nakrar ferðir, at hvalir hava fingið skaða av bátsskrúvum. Summir av hesum hvalum vóru longu avlívaðir, tá ið skrúvan rakti teir, men hinir vóru so avlívaðir aftan á.

 

Serliga kom hetta fram, tá ið Sea Shepherd royndi at forða fyri einum grindadrápið í Vágum í fyrrárið, har teir sigldu upp í grindina við skjóttgangandi bátum, við teirri avleiðing hvalir fingu skaða av skrúvunum.

 

Og Nammco heldur at tað hevði tænt føroyingum at kanna um tað ikki ber til at seta verju uttan um skrúvuna á bátum við tí endamáli at forða fyri, at hvalir aftur verða raktur av skrúvu, og fáa skaða. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her