Eiturkoppur stórur sum ein døgurðatallerkur

Á filmsbrotinum fer ein eiturkoppur líka so stórur sum ein døgurðatallerkur avstað við einari stórari rottu.


Á www.vg.no liggur filmsbrot av einum velduga stórum tarantella-eiturkoppi, sum fer avstað við einari stórari rottu, einari posarottu.

 

Tað vóru fólk, sum starvast á Universitetinum í Michigan í USA sum í kvøldarmyrkrinum vóru í skógini á kanningarferð, ið sóu tilburðin.

 

Tey vistu, at stóri eiturkoppurin kann taka froskar og smærri súgdjór, men tey høvdu neyvan væntað, at hann fór avstað við einari stórari posarottu.

 

Kanningarfólkini siga, at eiturkoppurin, tey sóu í myrkrinum, var líka so stórur sum ein døguðatallerkur. Men, tey undra seg yvir, at hann kundi gera av við eitt so stórt súgdjór. 

 

Filmsbrotið kann síggjast her -  https://www.vgtv.no/video/172237/tarantella-overrasker-med-digert-bytte