Eldgos fær fólk at rýma úr Guatemala City

Umleið 2.000 íbúgvar í Guatemala City hava fingið boð um at rýma heimanífrá vegna eldgos.

 

Tað er gosfjallið Fuego, sum hevur fingið myndugleikarnar í Guatemala at geva fólkum í 10 økjum kring høvuðsstaðin, Guatemala City, um at rýma.

 

Økini, har tað búgva eini 2.000 fólk, skulu sjálv gera av, um tey fara.

 

Tað eru landsins tilbúgvingarmyndugleikar, sum hava ávarað um, at økt virksemi í eldgosinum kann gera tað vandamikið at vera í økjum nærindis.

 

Sambært lokalum felagsskapinum og lokalum blað hava fólk í minst trimmum økjum valt at fara.

 

Eldgosið er tað mest aktiva í Miðamerika. Eitt gos gostaði í juni 194 fólkum lívið. Harumframt eru 234 enn saknað.

 

Í oktober kom øska og lava úr eldgosinum, sum hevur skapt ótta fyri nýggjum gosi.

/ritzau/AP

 

http://www.scanpix.dk/spdk/index.pl?cache=5707934337235265

(APPhoto/MoisesCastillo)