Elding keypt virkisbygning í Smiðjugerði

Elding hevur keypt virkisbygningin í Smiðjugerði 4, har Komfortbilar halda til

 

Tað er til at hýsa vinnupartinum hjá Elding, Elding Business, at Elding hevur keypt virkisbygningin í Smiðjugerði 4, har Komfortbilar halda til. Tað var Ludvík Petersen, sum í sínari tíð bygdi bygningin, sum í mong ár hýsti bilasøluni og bilverkstaðnum Bilfríðkan.

Seinastu árini hava Nordcar, sum nú eitur Komfortbilar, hildið til í bygninginum.

Mads Andreas Winther, stjóri í Elding sigur, at ætlanin er »upp á sikt« at flyta Elding Business í bygningin.

– Men enn er tað ikki so ítøkiligt. Vit hava júst keypt bygningin, og har fylgir ein leigusáttmáli við, sum vit sjálvandi virða, sigur Mads Andreas Winther.

Men hann sigur, at tey hava keypt bygningin við tí fyri eyga at flyta Elding Business í bygningin. Elding Business heldur í løtuni til í leigaðum bygningi í grannalagnum.

– Í hesum bygninginum fáa vit nógv betri framsýningarpláss, betri goymslupláss og pláss til verkstaðið hjá okkum. Og so liggur hann eisini sera væl fyri, sigur Mads Andreas Winther.