Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 09.06.2017 (10:46)

Eldsbrunin: Einki tamarhald á støðuni

Eftir øllum at døma kyknaði eldurin í Varðanum Pelagic í goymslurúminum.

 

Løgreglan heitir á fólk, ið búgva í økinum at fara frá húsum, tí vandi er fyri, at eldur kemur í ammoniak á virkinum, ið kann verða vandamikið at anda inn í seg. Øll verða biðin um at leita suðureftir.

 

Skúlaleiðarin í Trongisvági seg við Kringvarpið, at skúlabørnini vórðu farin úr skúlanum og flutt burtur frá leiðini, har roykurin fer.

 

Enn er ov tíðliga at staðfesta neyvt hvat er farið fram, men Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari, váttaði fyrr í dag, at støðan er álvarssom, uttan at tey tó hava havt møguleika at gera nakrar staðfestingar enn.

 

Les eisini: Video og myndir: Eldurin á Tvøroyri sær hættisligur út


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her