fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.11.2017 (15:28)

Eldur var í tangabili

Stórur útrykningur var í høvuðsstaðnum fyri eini løtu síðan, eftir at løgreglan hevði fingið fráboðan um, at eldur var komin í ein tangabil á Oyggjarvegnum.


- Tangabilurin var staddur upp á Oyggjarvegnum, nærhendis vindmyllunum, tá vit fingu fráboðanina. Tá vit fáa eina slíka fráboðan verður alt sjálvandi sent avstað, men vit fingu skjótt boð um, at støðan kortini ikki var so hættislig. Eldur var í sjálvum útstoytinum, og ikki í tanganum, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.


Sostatt var tað ikki eins álvarsamt sum fyri hildið, men sløkkiliðið, ið heldur til upp á Oyggjarvegnum, var kortini skjót á staðnum og sløkti eldin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her