Elias er valdur at vera MVP í bestu svensku hondbóltsdeildini

Umframt at vera valdur til MVP er Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini valdur at vera besti miðbakkur

Ársins All-Star lið í bestu svensku hondbóltsdeildini er kunngjørt, og talan er um dupultan heiður til Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Elias er valdur við 55 prosent av atkvøðunum at vera MVP - Most Valueable Player - mest virðismikli spælarin í bestu deildini.

 

Haraftrat er Elias við heili 65 prosent av atkvøðunum valdur at vera besti miðbakkurin í bestu deildini. 

 

Staðfestast má, at talan er um stórfingnar heiðrar til føroyska landsliðsspælaran.

 

Elias og liðfelagarnir í Sävehof vunnu grundspælið og steypakappingina, men ruku út í hálvfinalunum í meistaraskaps-endaspælinum.

 

Í fjør vann Sävehof tó meistaraheitið. 

 

Sävehof gjørdi tað gott í bólkaspælinum í EHF European League í farna kappingarári, men teir ruku út í áttandapartsfinalunum uppá færri skotin útivallarmál móti sveisiska liðnum, Kadetten Schaffhausen.