EM: Vit eru í bólki saman við Danmark, Sveis og Kroatia

Lutakast hevur verið til innleiðandi EM-bólkarnir í Wien í Eysturríki

Danmark, Sveis og Kroatia og eru mótstøðuliðini hjá Føroyum til komandi EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum, ið verður spælt í Eysturríki, Sveis og Ungarn.

 

Vit komu í bólk D, ið skal spælast í Basel í Sveis.

 

Lutakastið til innleiðandi EM-bólkarnir var í Wien í Eysturríki.

 

Føroyar spæla fyrsta dystin móti vertstjóðini, Sveis í Basel 29. november. 1. desember verður Kroatia mótstøðuliðið, og 3. desember skulu føroysku kvinnurnar royna seg móti Danmark. 

 

Talan er um ein spennandi bólk, har Danmark er stórur favorittur til at vinna bólkin.