EM: Føroyar kunnu vera næstbesti tríararin í annaðkvøld

Niðurlond kunnu við sigri á Portugal senda Føroyar upp á annað plássið í tríara-roknskapinum

Føroyska kvinnulandsliðið tapti við bert fýra málum fyri Svøríki, og tær hildu tískil triðja plássinum í roknskapinum millum teir átta tríarararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum, har bert úrslitini móti nummar eitt og tvey í undankappingarbólkunum vera tald við.

 

Í dag fóru trý úrslit hjá trimum øðrum tríarum okkara veg. Tey vóru: Italia-Frakland 13-36 (7-19), Litava-Spania 20-34 (9-17), og kanska serliga Grikkaland-Kroatia 13-24 (10-9).

 

Tríara-roknskapurin sær í løtuni soleiðis út:

 

##med2##

 

Í morgin skulu vit halda eyga við tveimum dystum.

 

Portugal-Niðurlond í bólki 3. Vinna Niðurlond á Portugal, ið tær eru greiðir favorittar til, so koma Føroyar at hava eina betri málúrtøku enn Portugal í tríara-roknskapinum, og tað hevði tænt okkum væl - soleiðis eru treytirnar - um Niðurlond vunnu ein trivaligan sigur á Portugal. Niðurlond eru fremst í bólki 3 við fullum stigatali, átta stigum.

 

Kosovo tekur móti Pólandi á heimavølli í bólki 8, og tann dystin eigur Póland at vinna. Og tað eigur Póland eisini at gera móti Kosovo á heimavølli sunnudagin, so har burdi ikki verið nakar vandi.

 

Bara trý lið eru í bólki 8. Kosovo hevur tapt 19-40 og 17-44 fyri Danmark, ið vann 26-22 og 39-31 á Pólandi. So Póland eigur at tryggja sær fýra stig móti Kosovo. 

 

Sunnudagin vera allir 16 EM-undankappingardystirnir spældir klokkan 17, so har verður nógv at halda eyga við.