EM: Póland vann á Wales aftaná brotssparkskapping

Póland gjørdist 24. og seinasta liðið at vinna sær pláss í EM-endaspælinum í fótbólti

Póland sum var í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum, og sum endaði aftanfyri Albania og Kekkia í bólkinum hevur loksins fingið eina endurreisn.

 

Póland vann ein harðvunnan, og als ikki eftir leikgongdini uppibornan sigur á Wales í Nations League Play Off finaluni í Cardiff.

 

Aftaná 120 minuttirs spæl, har Wales leikliga og í málmøguleikum var tað betra liðið, men ikki tók av møguleikunum, var farið til brotssparkskapping.

 

Í brotssparkskappingini var Póland omaná, og settu pólendingar fimm av fimm brotsspørkum trygt í netið. Tað gjørdist fimti brotssparksskjúttin hjá Wales, Daniel James sum gjørdist tann einasti sum brendi í brotssparkskappingini, tá Wojciech Szczesny í pólska málinum bjargaði skotinum, og so kundu pólendingar, ið hava fingið nógvar harðar atfinningar seinnu árini stórfegnast um eitt EM-endaspælspláss í grannalandinum, Týsklandi.

 

Føroyar vóru sostatt í EM-undankappingarbólki saman við trimum londum, ið rukku EM-endaspælinum: Albania, Kekkia og Póland.

 

Póland verður í innleiðandi EM-bólki D saman við Fraklandi, Niðurlondum og Eysturríki.