EM: Slovakia er einasti tríarin sum liggur til ein sigur

Føroyar og hinir seks tríararnir í teimum átta EM-undankappingarbólkunum liggja til tap, sambært veddingarfyritøkunum

Mynd frá 23-28 tapinum fyri Íslandi á heimavølli 15. oktober í fjør

Sunnudagin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti týdningarmesta landsdystin nakrantíð í høllini á Ásvellum í Hafnarfirði í Íslandi.

 

Fáa Føroyar stig í dystinum skuldu okkara kvinnur verið gott og væl brandtryggjaðar eitt pláss í EM-endaspælinum í Eysturríki, Ungarn og Sveis, sum ein av teimum fýra bestu tríarunum í teimum átta EM-undankappingarbólkunum. 

 

Tapa Føroyar dystin má tað vera so tepurt sum møguligt, og vónandi nóg mikið til at bera okkum um málstrikuna, sum ein av teimum fýra bestu tríararunum. 

 

Undan seinasta 6. og seinasta umfarinum sær tríara-tabelin soleiðis út:

 

##med2##

 

Allir EM-undankappingardystirnir byrja sunnudagin klokkan 17. Og tað eru hesir dystirnir hjá hinum tríararnunum vit skulu halda eyga við:

 

Bólkur 1: Rumenia-Grikkaland (Rumenia hevur fult stigatal, 10 stig. Grikkaland hevur fýra stig, ið eru vunnin móti fýraranum, Bosnia Hersogovina.)

 

Bólkur 2: Slovakia-Ukraina (Slovakia hevur fýra stig og Ukraina hevur seks stig. Her er trupuleikin hjá okkum, at bæði koma til EM við seks stigum, tí tríarin endar tá við tveimum stigum. Ukraina vann fyrra dystin 25-20 á uttanveltaðum vølli í Pólandi. So her er ikki stórur munur á liðunum.)

 

Bólkur 3: Kekkia-Portugal (Kekkia hevur seks stig og Portugal hevur fýra stig. Kekkia vann 30-26 á Portugal á útivølli, og fer vónandi eftir at enda á átta stigum.)

 

Bólkur 4: Slovenia-Italia (Slovenia hevur seks stig og Italia hevur fýra stig. Slovenia vann stórsigur 31-18 í Italia, so tað burdi ikki hent nakað óvæntað her.)

 

Bólkur 5: Norðurmakedonia-Litava (Norðurmakedonia hevur seks stig og Litava hevur tvey stig. Norðurmakedonia vann bara 31-28 í Litava, so her er ein ávísur vandi fyri einum góðum litaviskum úrsliti)

 

Bólkur 6: Serbia-Turkaland (Serbia og Turkaland hava fimm stig hvør. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki 29-29, og tí fer tríarin í hesum bólkinum, óannsæð at hava eitt stig í tríara-roknskapinum. So tríarin í hesum bólkinum vinnur seg sannlíkt til EM-endaspælið)

 

Bólkur 8: Póland-Kosovo (Póland hevur seks stig og Kosovo hevur einki stig. Póland vann 34-27 í Kosovo, men í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Men Póland eigur at vinna hendan dystin á heimavølli.)

 

Sum sæst omanfyri kann henda nakað óvæntað, ið sendir Føroyar niðurum fýra teir bestu tríararnar, um okkara kvinnur ikki fáa stig móti Íslandi. 

 

Veddingarfyritøkurnar eru longu farnar í gongd at lata odds fyri dystirnar hjá Føroyum og hinum sjey tríararunum. Sambært oddsunum liggja Føroyar, Kosovo, Turkaland, Litava, Italia, Portugal og Grikkaland til at tapa sínar dystir. Tað er bert Slovakia sum stendur, sambært veddingarfyritøkunum til at vinna sín dyst, og tað hevði ikki verið gott fyri Føroyar, um vit ikki fáa stig móti Íslandi.

 

Her eru oddsini upp á Føroyar og hini sjey liðini í tríara-roknskapinum:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd frá 23-28 tapinum fyri Íslandi á heimavølli 15. oktober í fjør