Emly Djurhuus stillar upp fyri Javnaðarflokkin

- Emly Djurhuus er væl inni í kommunalum arbeiði og hevur bæði áhuga og áræði at gera eitt gott arbeiði, sigur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í dag.

Emly Djurhuus starvast á Dagstovninum við Botnánna sum námsfrøðingur á stovu við 5-6 ára gomlum børnum. Hon varð útlærd frá læraraskúlanum í 2006 og var eisini leiðari á stovninum árini 2007-2009.

 

Seinastu fýra árini hevur Emly verið í kollafjarðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hetta nevndararbeiðið hevur verið sera spennandi við nógvum ymiskum uppgávum.

 

- Nevndin hevur gjørt eitt gott arbeiði at fáa Kollafjørð fram í ljósið.

 

Emly virkaði hart fyri at fáa ein nýggjan dagstovn til Kollafjarðar, at skipa eitt stað til ungdómin at samlast, at fríðka bygdina. Hon virkaði fyri vetrarfriðingini, sum nú er endiliga er á veg, bátahylurin verður nú dagførdur og endiliga er útstykking til sethús byrjað.

 

- Emly Djurhuus er sostatt longu væl inni í kommunalum arbeiði og hevur bæði áhuga og áræði áhaldandi at gera eitt gott arbeiði í Tórshavnar kommunu, sigur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í tíðindaskrivi í dag.