- Endaspurturin var avgerandi

Jákup Ósá, ið vann Fantasy Premier League kappingina, greiðir frá at góði endaspurturin í kappingini var avgerandi fyri at hann vann kappingina hjá in.fo – ítrótti

Jákup Ósá, ið vann Fantasy Premier League kappingina hjá in.fo ítrótti í ár, greiðir frá, at drúgvu royndirnar við kappingini vóru hemmiligheitin aftanfyri góða úrslitið í ár.

 

Les eisini: Ósá vann Fantasy kappingina

 

-       Eg haldi at ''hemmiligheitin'' er drúgvar royndir frá spælinum. Eg hoyri til tey, sum hava spælt hetta spælið í nógv ár. Nú er tað bara ein vanligur partur av Premier League kappingarárinum. Vit eru nakrir vinmenn sum eisini plaga at gjalda 300 kr. í part í ein pott, soleiðis at nakað altíð er at spæla um. Í dag er hetta kanska best umtókta spæl millum Premier League áhugaði úr øllum aldri, men tað var tað ikki fyrr. Minnist serliga, tá Thierry Henry spældi við Arsenal. Hann var nógv dýrasti leikarin í spælinum, men eg fekk mær hann altíð og hevði hann til fastan liðskipara. Tað gav ofta góð úrslit, tí hann skoraði óvanliga nógv mál ár eftir ár. Fantasy spælið snýr seg um at finna leikararnar við bestu hagtølunum og helst áðrenn teir fáa síni góðu tíðarskeið. Summir leikarar – t.d. Sergio Aguero (Manchester City), Gylfi Sigurðsson (Swansea), Rumelu Lukaku (Everton) og Eden Hazard - ganga aftur ár eftir ár, men so skal ein eisini fylgja við, hvørjir bíligir leikarar sláa til, ið ein kanska ikki hevði væntað frammanundan. Eisini skal ein duga at brúka ''chippini'' sum ''wild card'', ''bench boost'' og ''triple captain'' uppá røttu tíðspunktini. Gongur illað fyrsta partin av kappingini, so freistast mong til at brúka hesar trumfar tíðliga í kappingini. Tað kann loysa seg, men neyvan hetta kappingarárið, har flestu stigini vóru at heinta seinastu umførini. Eitt sindur av hepni skal eisini til, serliga tá munurin millum tey fremstu liðini er lítil, sum hann var í ár, sigur Jákup Ósá.

 

Tá fá umfør vóru eftir, var tað tó lítið ið bendi á, at klaksvíkingurin skuldi strúka avstað við sigrinum. Men seinastu umførini vóru tað serliga tveir leikarar, ið skoraðu nógv stig á liðnum hjá Jákupi Ósá, soleiðis at hann endaði ovast tá samanumkom.

 

-       Alexis Sanchez (Arsenal) og Harry Kane (Tottenham) hava givið mær flest stig. Tey seinastu 3-4 umførini vóru tey bestu hjá mær, og har vóru tað hesir báðir, sum góvu flest stig. Í 37. umfari gav Sanchez 54 stig og í 38. umfari gav Kane 51 stig, tá hann var ''triple captain''. Hesi seinastu umførini hevði eg eisini øll chippini eftir, og tað hjálpti væl til ein góðan endaspurt. Eftir 34. umfar var mítt lið nummar 54.843, men eftir seinasta umfar endaði liðið nummar 6062 av 4,5 milliónum liðum. Tað sigur alt um seinastu umførini, sum blivu avgerandi, greiðir Jákup Ósá frá.

 

Góði endaspurturin bar við sær, at Jákup Ósá í harðari kapping við nummar tvey og trý endaði ovast í kappingini. Bert fýra stig skilti tríggjar teir fremstu í kappingini.

 

Topp 10 í kappingini:

1. Stamman (Jákup Ósá), 2328 stig.

2. eggnbacon (Rói J. Ellingsgaard), 2326 stig.

3. Financial Fair Play (Rógvi Baldvinsson), 2325 stig.

4. teitens (Teitur Joensen), 2300 stig.

5. Húskallarnir (Magni Høgnesen), 2285 stig.

6. Razerone (Gert Langgaard), 2272 stig.

7. Maud Pochettino (Kristoffur Sørensen), 2241 stig.

8. Fansajøkul (Beinir Midjord), 2215 stig.

9. Babba (Niklas Reginson), 2214 stig.

10. Trum Trum FC (Marius Johannesen), 2208 stig.