Um nakar ivast í hvussu sterk mótstøðuliðini hjá Føroyum vóru undir EM-endaspælinum í manshondbólti í januar í ár, so kunnu vit aftur staðfesta, at talan var um sterk mótstøðulið.
Tvey av teimum, Noreg og Slovenia eru nevnliga millum tey 12 liðini, ið skulu kappast í OL-endaspælinum í manshondbólti.
Ígjár gjørdist tað greitt, at Noreg hevur vunnið seg í OL-endaspælið, og í dag hevur Slovenia eisini vunnið seg í OL-endaspælið.
Slovenia hevur saman við Spania, Bahrein og Brasil kappast í Granollers í Spania í OL-undankappingarbólki 1.
Spania vann bólkin og Slovenia gjørdist nummar tvey.
Her eru úrslitini í undankappingarbólki 1:
14. mars:
Spania – Bahrein 39:27 (18:11).
Slovenia – Brasil 27:26 (13:12).
15. mars:
Bahrein – Brasil 24:25 (14:11).
Spania – Slovenia 32:22 (20:13).
17. mars:
Bahrein – Slovenia 27:32 (12:17).
Spania – Brasil 28:26 (14:14).
Endaliga støðan:
Spania* | 3 | 3 | 0 | 0 | 99:75 | 6 |
Slovenia* | 3 | 2 | 0 | 1 | 81:84 | 4 |
Brasil | 3 | 1 | 0 | 2 | 77:79 | 2 |
Bahrein | 3 | 0 | 0 | 3 | 77:96 | 0 |