fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.07.2018 (22:01)

Enn eitt nýtt ferðavinnufelag stovnað

Trý nýggj íverksetarafeløg og trý nýggj smápartafeløg vóru skrásett í vinnuskránnu í farnu viku.

 

Ferðavinnan blómar í Føroyum og í síðstu viku bleiv enn eitt felag stovnað, sum leggur seg eftir at veita tænastur til ferðafólk. Talan er um ÍVF Bergmál, sum Pól Arni Holm og Alma Annika Jespersen hava sett á stovn.

 

ÍVF Bergmál fer at skipa fyri túrum í føroysku náttúruni, vitja søguligar slóðir og greiða frá tíðarskeiðum í Føroya søgu.

 

Hetta er eitt av trimum íverksetarafeløgum, sum er sett á stovn í síðstu viku. Hini bæði eru ÍVF Printstudio hjá Jens Kjartani Feilberg, sum fer at reka reklamuvirki, og ÍVF Træsmíð hjá Einari Hansen, sum skal fáast við húsasmíð.

 

Trý nýggj smápartafeløg eru eisini skrásett. Sp/f AMT hjá Alfred Marsten fer at reka virksemi við tænastuveiting og handli, Sp/f Verkon, sum Lars úr Dalinum hevur stovnað, skal gera entreprenør- og timburvirksemi, meðan Sp/f Glaseyga hjá Ragnari Helmsdal fer at leiga íbúðir út.

 

Umframt nýggju feløgini eru hópin av øðrum broytingum skrásettar, millum annað stjóra- og nevndarbroytingar í fleiri feløgum. Allar broytingarnar síggjast her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her