Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.12.2017 (23:27)

Enniberg krevur minst 7,3 milliónir krónur frá Fiskimálaráðnum

Miðlahúsið hevur fingið stevningina, sum Enniberg hevur reist móti Fiskimálaráðnum.

 

Fimm sakarkrøv eru í stevningini, og øll snúgva tey seg avleiðingarnar av nýggju fiskivinnulóggávuni, sum bleiv samtykt í gjár.

 

Samanumtikið metir P/F Enniberg, at ásetingarnar um uppboðssølu av botnfiski í Barentshavinum í 2016 og 2017 umframt avgerðin um at siga øllum veiðu- og fiskiloyvunum úr gildi frá 1. januar 2018, eru at meta sum ognartøkuinntriv, sum bera við sær eitt endurgjaldskrav.

 

Harumframt metir P/F Enniberg, at avleiðingarnar av nýggju lógini eru í stríð við bæði grundlógina og evropiska mannarættindasáttmálan.

 

Í fyrsta og øðrum kravinum vil Enniberg hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at lógirnar sum heimila landsstýrismanninum at selja makrelin, norðhavssildina, svartkjaftin og botnfiskin úr Barentshavinum í 2016 og 2017 á uppboðssølu eru at meta sum eitt ognartøkuinntriv.

 

Fyri hesa ognartøku biður Enniberg um eitt endurgjald á tilsamans 7,4 milliónir krónur.

 

Triðja kravið ger galdandi, at Fiskimálaráðið ikki hevði heimild at siga øll veiðu- og fiskirættindini hjá Enniberg úr gildi frá og við 1. januar 2018 at rokna.

 

Í fjórða kravinum verður sett fram, at Enniberg hevur rættarkrav upp á, at veiðu- og fiskirættindini skula endurnýggjast at hava gildið í 5 ár í senn eftir 1. januar 2018.

 

Fimta kravið sigur, at um Enniberg ikki fær viðhald í triðja og fjórða kravinum, sum hava við uppsøgnina av fiskiloyvunum frá 1. januar 2018 at gera, skal rætturin døma, at uppsøgnin, sum stendur í løgtingslóg nr. 68 frá 7. juni 2007, er uttan rættarvirknað. Um ikki viðhald fast í tí, so førir Enniberg fram, at tað eisini í hesum førinum er talan um eitt ognartøkuinntriv, sum viðførir endurgjaldsskyldu fyri eitt hvørt tap, sum reiðaríið fær, orsakað av, at veiðu- og fiskiloyvini fara úr gildi 1. januar 2018.

 

 

Christian F. Andreassen, sakførari hjá P/F Enniberg skrivar í stevningini, at ásetingarnar um uppboðssølu av botnfiski í Barentshavinum í 2016 og 2017, umframt avgerðin um at siga øllum veiðuloyvunum úr gildi, eru at meta sum ognartøkuinntriv.

 

- Saksøkti (t.e. Fiskimálaráðið) ætlar at innføra so munandi inntriv í rættindi saksøkjanars (t.e. P/F Enniberg), at saksøkjarin er at teirri fatan, at fleiri av hesum inntrivum eri í stríð við ásetingarnar í §73 í grundlógini og artikul 1 í óskoytisprotokoll til europeiska mannarættindasáttmálan.

 

Í drúgvu stevningini, sum er 26 síður long, verður greitt frá søguni hjá føroyskari fiskivinnulóggávu og søguni hjá reiðarínum. Víst verður til ein dóm frá norska Hægstarætti, sum Christian F. Andreassen metir er sambærligur við hetta málið.

 

Saman við stevningini hevur saksøkjarin handa Fiskimálaráðnum 18 onnur skjøl, sum saksøkjarin sigur stuðla síni søk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her