fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 11.07.2018 (10:00)

Enska ævintýrið fær G! at broyta skránna

Tey vóru kanska ikki so mong, sum væntaðu, at Ongland fór at standa seg so væl í HM í fótbólti, og okkurt bendir á, at fyriskipararnir av G! vóru millum teirra. 

 

Í dag boðar G! frá, at semifinalan í HM er løgd afturat skránni, og um ein sera óhátíðarlig kanning á Facebook kann brúkast sum barometur, so er tað ikki av tí at Kroatia er í semifinaluni, at skráin verður broytt.

 

Heldur man tað vera, at ein stórur partur av føroyskum fótbóltsáhugaðum heldur við Onglandi, nú einans trý lið eru eftir í HM.

 

Broytingarnar gera, at konsertin við Rag'n'Bone Man, sum skuldi vera kl 22:00, er flutt ein hálvan tíma fram til 21:30. 

 

Swangah skuldi eftir ætlan byrja ballið á Sandinum klokkan 20 í kvøld, men teir eru nú fluttir yvir á Spæliplássið, har teir byrja at spæla klokkan 23.00.

 

Av tí at fótbóltsdysturin skal avgerast, er ikki vist, nær hann endar. Endar tað við longdari leiktíð, kann tað koma at ávirka skránna, boðar G! frá. 

 

Tað eru Ongland og Kroatia, sum spæla í semifinaluni í kvøld klokkan 19:00. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her