Er eitt sindur kroystur av Hvalbiartunlinum

Nú verður borgarafundur í Suðuroy um nýggja Hvalbiartunnilin

 – Eg má viðganga, at eg eri eitt sindur kroystur av hesum her. Tað sigur Heðin Mortensen, nú hvalbingar hava gjørt vart seg um, at teir eru ikki nøgdir við ætlanina, sum fyriliggur um at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil.

 

Staðkendir hvalbingar vísa á, at tað er ógvuliga stormhart, har tunnilin fer inn í Hvalba. Teir halda eisini, at tunnilin liggur ov høgt og tí vilja teir hava hann fluttan.

 

 

Les eisini: Nýggi tunnilin er ikki góður fyri hvalbingar - ella fyri aðrar føroyingar

 

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at nú er tað komið rættiliga langt áleiðis við fyrireikingunum til tunnilin, so hann her eitt sindur kroystur. Tilboðini eru komin inn, og samráðst verður við Articon, sum hevði lægsta tilboðið um smálutirnir í arbeiðnum.

 

Hinvegin er sáttmálin ikki undirskrivaður enn, og Heðin Mortensen sigur, at hann er sinnaður at lurta eftir hvalbingum, og tá ið hann hevur gjørt tað, er hann eisini sinnaður at kanna, hvørjir møguleikar eru. Tí fer hann at skipa fyri borgarafundi í Suðuroy seinnapartin sunnudagin um Hvalbiartunnilin. Har verður hann sjálvur til staðar, umframt umboð fyri Landsverk, Landsbyggifelagið og hann ætlar eisini, at Articon skal vera við.

 

Enn er ikki avgjørt nær og hvar, fundurin verður, men Heðin Mortensen sigur, at har fer hann at lurta eftir teimum ynskjum, sum eru. Men um tað ber til at broyta nakað nú, so langt er útliðið, veit hann ikki.

 

– Tað einasta, eg standi rimmar fast við, er, at nú skal einki gerast, sum kann føra við sær, at Hvalbiartunnilin gleppur okkum av hondum aftur, sigur hann.

 

Hann sigur, at hann hevur tosað við Landsverk og Landsbyggifelagið um nýggju linjuføringina hjá hvalbingum og hann tað er greitt, at hesin tunnilin verður bæði nógv longri, og nógv dýrari enn núverandi ætlan. Tí veldst alt um, hvat ber til tekniskt og politiskt, tí hetta snýr seg um eina tíðarætlan, eina kostnaðarætlan og eina politiska raðfesting, leggur hann afturat.

 

– Hinvegin skulu vit brúka vit og skil og lurta eftir teimum ynskjum, sum eru, sigur Heðin Mortensen.