Er hetta fiskur ella fuglur?

Tað vóru stór eygu í kinverskum fiskimonnum, tá teir herfyri fingu ein løgnan fisk.

Tað vóru stór eygu í kinverskum fiskimonnum, tá teir herfyri fingu ein løgnan fisk. Tað er enska heimasíðan Metro, sum endurgevur hesi tíðindi úr Kina.

 

Kinversku fiskimenninir landaðu veiðina í Guizhou, sum liggur í útsynningspartinum av landinum. Fiskurin, sum myndin vísir, hevur kropp sum ein fiskur, meðan høvdið meira líkist høvdinum á fugli ella nísu.

 

Ymiskar meiningar eru um, hvør orsøkin er til, at fiskurin er vorðin vanskaptur, og tað eru tey, sum halda, at geislavirkin dálking kann vera ein orsøkin.

 

Yang Xing, sum er serfrøðingur í Guizhous Institut fyri gransking innan fiskivinnu, sigur sambært Metro við ein lokalan miðil, at tað ikki er óvanligt at fáa fisk við vanskaptum høvdi.

 

- Ein møguleiki er, at fostrið er vorðið skatt, meðan tað stóð í vøkstri. Ein annar møguleiki er, at tað hevur verið ilttrot í sjónum ella vatninum, sigur serfrøðingurin.

 

Um ensku heimasíðuna hjá Metro sæst filmsbrot við løgna fiskinum - https://metro.co.uk/2018/06/12/fish-birds-head-bird-fishs-body-7625204/