Erna Solberg í Noreg fær meirilutastjórn

Formaðurin í Kristiliga Fólkaflokkinum leggur frá sær eftir avgerðina um at fara upp í borgarligu stjórnina, siga keldur

Teir fýra norsku flokkarnir Høyre, Fremskrittspartiet (FrP), Venstre og Kristelig Folkeparti (KrF) hava góðkent stjórnargrundarlagið.

 

Hesum boðar Erna Solberg, forsætisráðfrú, frá.

 

– Fráboðanin er góðkend av øllum flokkum. Hetta er ein søguligur dagur, segði forsætisráðfrúan, tá hon í dag bjóðaði til tíðindafundar.

 

Við avtaluni, sum floksstjórnirnar í flokkunum hava góðkent í dag, fær Erna Solberg ynskið sítt um eina meirilutastjórn eftirlíkað.

 

KrF fer við í stjórnina, og harvið kann Høyre-forsætisráðfrúan vóna at fáa meira frið, fram til valið í 2021.

 

– Í nógvum londum síggja vit ófríð, men vit hava gjøgnum harðar men góðar samráðingar funnið saman. Tað vísir, at teir fýra flokkarnir hava ein vilja til at finna loysnir og gera neyðsemjur, sigur Solberg.

 

Leiðarin í Kristiliga Fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, hevur lagt frá sær, eftir at flokkurin hevur gjørt av at fara upp í stjórnina. Tað upplýsa keldur til norska sjónvarpið, NRK.

 

Við honum á odda fríggjaði flokkurin fyri tveimum mánaðum síðani til andstøðuna, men leitar nú í staðin móti borgarligu ráðharrastovunum.

 

Tað hevur tó ikki verið uttan stóra ósemju í flokkinum. Tíðindastovan NTB viet, at 19 atkvøddu fyri og 17 ímóti., tá spurningurin var til atkvøðugreiðslu í landsstjórnini í dag.

 

Hareide hevur verið serliga atfinningarsamur fyri tí leikluti, sum Fremskrittspartiet hevur havt í stjónini hjá Ernu Solberg. Atfinningarnar hava serliga verið rættaðar ímóti næstforkvinnuni í flokkinum, Sylvi Listhaug.

 

Nýggja fýraflokkastjórnin er tann fyrsta ikkisosialistiska meirilutastjórnin í Noreg síðani 1985

/ritzau/