Eru bundin av donskum hafti

Sámal Jakobsen las til lækna á einum amerikanskum universitetið. Í 2013 søkti hann um loyvi at virka sum læknar í Onglandi og í Føroyum. Enska heilsuverkið brúkti 10 dagar um at geva honum játtandi svar. Danska heilsuverkið brúkti 448 dagar.

 

Munurin er, at enskir myndugleikar halla seg upp at einum stovni, sum tekur sær av at góðkenna útbúgvingarnar. Stovnurin ferðast runt at kanna læknaútbúgvingar um allan heimin. Hevur stovnurin góðkent útbúgvingina, hava myndugleikarnir eisini álit á henni. Sviar nýta eina tílíka skipan eisini.

 

Í Danmark skal hvørt einkult útbúgving eisini góðkennast, men av tveimum skrivstovukvinnum í danska heilsumálaráðnum. Tær ferðast ikki út til nøkur universitet, men samskifta við lærarar á Ríkissjúkrahúsinum. Hesi skulu so meta um, hvørt læknaútbúgving tín er nóg góð ella ikki. 

 

- Eftir at skrivstovukvinnurnar hava góðkent útbúgvingina, skalt tú til ymiskar royndir.

 

- Fyrst og fremst, so noktaði eg at fara til málroynd. Síðani skuldi eg upp til fleiri aðrar royndir, men av tí at tað er avmarkað pláss á hvørjari roynd, tók tað langa tíð at koma ígjøgnum alla mylluna. Tilsamans tók tað næstan tvey ár at fáa góðkenning at starvast sum lækni í Føroyum, sigur Sámal Jakobsen.

 

- Tað er í fínasta lagi, at danir eru kræsnir, hvat viðvíkur læknaútbúgvingum, men teirra góðkenning er einki betri enn aðrar góðkenningar. Har sita tvær kontórmýs, sum samskifta umvegis teldupost við ein lækna á Ríkissjúkrahúsinum um útbúgvingarnar. Eingin er úti og vitjar skúlarnar, eingin ger nakað kanningararbeiði. Kortini halda tey, at teirra skipan er betri, sigur hann.

 

Í vikuskiftissosialinum hesa ferð, skriva vit um, hvussu tengd vit eru at danskari skipan og góðkenning. Læknar og sálarfrøðingar mugu fáa eina danska góðkenning fyri at virka í Føroyum og í øðrum førum fáa næmingar við eini danskari kandidatútbúgving hægri løn enn fólk við eini útlendskari masterútbúgving. Vit spyrja, um tað er í lagi, tá avleiðingin er, at fólk við eini masterútbúgving frá Oxford fáa minni í løn enn tey, sum hava gingið á Setrinum, ella tá tað er lættari hjá einum lækna frá Syddansk universitet at fáa starv í Føroyum, enn ein, sum hevur lisið til lækna á Harvard.