fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Pól Huus Sólstein 11.03.2017 (06:27)

Eru dagarnir hjá Norðborg møguliga taldir?

Á sjómannadegnum fyri 10 árum síðan, sótu undirritaði og Kristian Martin Rasmussen umborð á Lenu og hugleiddu um hvussu ein kundi skipað sølu v.m. við nýggja skipinum, sum skuldi koma á vári 2009. Her vóru ongar kransakøkur ella nakar glóðheitur Cafe Latte á borðinum, men eitt krúss av svørtum Nés-kaffi og ein turr skipskeks, afturvið og eitt sindur av oljuroyki. Hetta var spennandi, framsøki og ikki sørt krevjandi avbjóðing fyri meg, men árræði smittar, tíbetur, og í 2008 fóru vit í gongd við North Pelagic, sum skuldi taka sær av allari søluni av frystu vørunum. Lukkuliga óvitandi um framtíðina, men ikki sørt vónríkur og droymandi um, hvat veruleikin kanska fór at bjóða.

 

Um hetta mundið var ongin í Føroyum sum seldi uppisjóvarfisk s.s. Loðnu, Makrel, Svartjaft og ikki minst Sild, sum táverandi Norðborg, framleiddi umborð. Hetta var framleiðsluskip, sum var keypt úr Noregi, og sum hevði roynst væl at troyta tær kvotur og rættindi sum Føroyar høvdu tilognað sær gjøgnum tíðina. Og sjálvur var eg ikki sørt fegin, tá vit høvdu selt sildafløk í 2008 fyri á leið 40 mill kr.

 

Okkara stásiliga far Norðborg kom til landið í mars 2009. Og við góðum treysti var fari undir at byggja uppá tað sum lunnar vóru lagdir undir við gamla skipinum, og væl hevur hepnast og eydnast. So væl, at eitt framleiðsluskip var keypt afturat, til at gagnnýta útlutaðu kvoturnar til fulnar í 2014.

 

Men nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, og sjálvur má eg bert staðfesta og siga, at hetta er eitt falskt ljóð, sum mær als ikki dámar. Fiskivinnunýskipanin sum liggur á borðinum fer at hava sera víttfevnandi avleiðingar fyri Norðborg sum framleiðsluskip, og harvið eisini okkum sum arbeiða við søluni av hesum vørum. Lat meg royna at greina hetta nærri.

 

Tá man brúkar tøl, og tað skulu vit, so hevur tað týdning at brúka røtt tøl. Og % og veruligar krónur og kg er IKKI tað sama.  So latum okkum royna at halda okkum til nøkur reint faktuel viðurksifti.

 

Niðanfyri er ein talva tølin fyri Norðhavssild seinastu árini  

 

 

Útfrá talvuni kunnu vit staðfesta, at mest loyvda veiða fyri Norðhavssild hevur verið niðurgangandi

 

seinastu árini, við undantaki av 2016 og 2017. Av tí at Føroyar ikki longur eru ein partur av sokallaðu sildaavtaluni, hava vit ásett okkum eina kvotu, svarandi til 19,44% av heildini, ella 125.597 tons. Alt gott um tað, men vit mugu minnast til, at tað er ONGIN altjóða avtala aftanfyri. Hetta er ein sokallað AUTONOM kvota, sum bert framtíðin kann vísa hvat hon veruliga blívur til, í og við at ein semja skal finnast millum strandalondini hesum viðvíkjandi sums skjótast.

 

Býti av Sildakvotuni var støðugt fram til 2012, tá sild fór at verða útlutað sum hjáveiða v.m. Í 2013 ásettu Føroyingar sína egnu sildakvotu, og seinastu árini hevur hendan altjóða kvotan verið autonom, við undantakið av Boykott- semjuni við ES, har føroyingar ásettu sær eina kvotu á 40.000 tons pr ár í 2 fylgjandi ár.

 

Norðborg hevur síðan byrjan troytt hesar kvotur til fulnar, sum í høvuðsheitum eru umsett til sildafløk, og seld runtum í Europa og Eystureuropa.  Tað er heilt greitt, at nøgdirnar støðugt eru minkaðar, við tað at heildakvotan er minkað, og luturin til nótaskipini við.

 

Niðanfyri er ein talva sum vísir, hvussu kvotaparturin til Norðborg hevur verið seinastu 9 árini, og hvussu nógv % Norðborg hevur rætt at fiska av samlaðu føroysku kvotuni.

 

Sambært viðmerkingunum í nýskipanaruppskotinum á s. 69 og 70 skulu nýggir bollar í suppuna.  Verðandi eigara skulu fáa útlutað eitt lutfall sum er býtisluturin  í 2009, sum lutur av býtislutinum 2017, ella 5,16 sum partur av 19,44. Hetta er 26,54% av heildini, sum er eftir, tá vit hava latið til onnur lond. Og hetta hevur stórar avleiðingar. Og enntá stendur hetta til at verða ein leistur fyri útlutingina av sild fyri 2017

 

Við leistinum í nýskipanaruppskotinum hjá Samgonguni, verður hetta býtið, og hóast føroyska kvotan á Norðhavssild er tann hægsta seinastu 10 árini í 2017, so er luturin hjá Norðborg minkaður niðurá eitt støði, sum er tað nógv lægsta seinastu 10 árini, og ger tað ómøguligt at virka sildina til flak umborð við lønsemi í huga.

 

Men ikki nokk við tað. Kvotan fyri norðhavssild kann næstan bara fara niður, í og við at hon er so høg. Og tá luturin hjá Norðborg er minkaður frá 17% niður í 4% gevur tað seg sjálvt, at hetta kann ikki halda fram. Hetta er logikkur fyri búrhøsn, so um Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum fortelur fyri tingfólkum úr Norðoyggjum, at her er ongin niðurlaging, so er hetta ein loddrøtt lygn. Um ikki, er hann vælkomin at rokna hetta roknistykki umaftur. Eitt dømi er, at føroyska sildakvotan seinastu 10 árini er á leið 70.000 tons í miðal. 4% av hesum er 2.800 tons, og tað gevur ikki eitt grundarlag til eitt framleiðsluskip sum Norðborg. Hetta er sera einfalt.  Heldur enn at hava 80 fólk til arbeiðis, verður nokk við einum skipið ella 24 monnum.

At kvotur og tilfeingið skal býtast av nýggjum er ein politisk avgerð, og hana skal eg ikki taka støðu til, við tað at eg ikki eri politikari. Men eg havi skil fyri hvussu hon møguliga kann verða best gagnnýtt. At politikara nú í Norðoyggjum, sum hevur upparbeitt sær eina sterka støðu innan uppisjóvarfisk, nú fyrigykla sær, at hetta ikki fær avleiðingar, og at minni verður til verðandi fiskivinnufyritøkur, er rein og skar fáfongd. Hetta kunnu teir fyrigykla sær sjálvum, og ikki øðrum, sum royna at nýta sítt vit og skil. Og tað elvir ikki til serligt bjartskygni  í mínari verð at síggja til, at tá føroyska kvotan var 84.000 tons hevði Norðborg eina kvotu sum var 14.500 tons, og tá kvotan nú er 125.000 tons er kvotan hjá Norðborg 5.087 tons. Jú Harra og Frú Tingfólk; hetta hevur stórar avleiðingar, og eg kenni tað sum mína skyldu at siga frá, og vísa á at hetta hevur stóra og álvarsligar avleiðingar. Sjálvur skal eg nokk fáa smør uppá breyð komandi tíðina, men fyri tey sum ikki vita tað, so kann eg staðfesta at NORÐBORG síðan hon kom til Klaksvík hevur fryst og hagreitt umborð:

 

Við hesum uppskotinum sum nú liggur á borðinum, er skipinum ikki lív lagað, og tann sum heldur og meinar, at tey 240.000 tonsini, sum eru farin um kajkantin í Norðhavnini, ikki koma at merkjast í hesum nærumhvørvið, hann fer skeivur. So langt røkkur mítt vit og skil til.   

 

Og í morgun sita vit so aftur her báðir, 10 ár seinni. Eitt nýskipanar uppskot liggur frammanfyri okkum. Hetta er uttanfyri okkara vit og skil. Og ikki er tað sørt, at hetta er hugtungur lesnaður. Í øllum førum fyri okkum og fyri eitt skip sum Norðborg. Alt undir sólin hevur sína tíð. Tað vita vit báðir. Men hetta høvdu vit ikki rokna við. Tað er ørkymlandi, tá Politikara siga, at hetta ikki far avleiðingar. Um hetta uppskotið kemur í gjøgnum, verður Norðborg sum framleiðsluskip ikki lív lagað. Og tað sama ger seg galdandi við sølufelagnum.  Tað er líkasum at vinnuhesturin sum var settur fyri at draga lessið fyri 9 árum síðan skal setast á básin. Og tær 2 milliardirnar í virði, sum eru fiskaðar, hagreiddar, uppskipaðar, frystigoymdar, avskipaðar og seldar og avroknaðar til manning, flutningseløg v.m. fúka í tí politiska hvirluvindinum, hóast tær eru spjaddar og tæðaðar runt í lokala landslagnum.

 

Verðin stendur enn; treyðugt so. Men á  veg heim, kann eg ikki lata verða við at hugsað um ein mann sum eg kendi sera væl. Hann man við einum speiskum smíli sita onkustaðni og hugsað: VÆLGAGNIST TYKKUM VIÐ HESUM UPPSKOTINUM !!

 

Klaksvík, 10. mars 2017

 

Pól Huus Sólstein


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her