Eru givin at leita

- Eg havi júst nú tosað við fólk á staðnum, og tey eru givin at leita eftir grindini. Hetta var tað fyri hesuferð.


Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, um grindina, ið bleiv funnin klokkan eitt sunnanfyri Mjóvanes.


Tað var ein bátur, ið fann grindina sunnanfyri Mjóvanesi, og lá hann hjá henni og bíðaði til fleiri komu til. Men fyri umleið einum tíma síðan fekk sýslumaðurin boð um, at teir høvdu mist grindina. Leitað hevur síðan verið eftir grindini, men tað eydnaðist ikki at finna hana aftur.


Mett varð annars, at talan var um eina stóra grind, og var ætlanin at reka hana til Havnar.