fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.05.2018 (14:00)

Eru vandamiklari fyri náttúruna enn menniskju

Hóast hormonórógvandi evni meiri ella minni eru bannlýst úr allari føði, verða tey framvegis nýtt í nógvum øðrum, sum vit keypa og nýta heima. Men hóast vit ikki fáa tey í okkum, kunnu tey framvegis vera skaðilig.

 

Í kvøld skipa Føroya Fróðskaparfelag og Tórshavnar kommuna fyri einum fyrilestri í Finsen í Havn um hormonórógvandi evni.

 

Fyrilestur verður við Poul Bjerregaard, professara á Syddansk Universitet í Danmark um tilgongdina í ES at fáa REACH at virka viðvíkjandi hormonórógvandi evnum. Eisini fer Maria Dam frá Umhvørvisstovuni at koma við nøkrum uppskotum um, hvussu vit í Føroyum kunnu verja okkum ímóti hormonórógvandi evnum við støði í 20+ ára arbeiði við dálkandi evnum í norðurlendskum samstarvi.

 

Maria Dam sigur, at hormonórógvandi evni í dag í stóran mun verða nýtt sum bleytgerandi evni, í vaskievni og smyrsli og í nógvum leikum.

- Hesi evnini eru somikið vandamikil, at vit hava bannlýst teimum frá matvørum, í øllum førum teimum flestu. Tað er soleiðis, at vit hava ein positivlista, altso ein lista yvir, hvørji evni eru loyvd í matvørum, heldur enn at nevna øll, sum ikki eru loyvd, sigur Maria Dam.

 

Hon heldur, at tað er torført hjá teimum flestu okkara at vita, hvørjum vørum slík hormonórógvandi evni eru í, men tað er millum annað tað, sum hon fer at greiða frá í kvøld.

- Hetta er eitt trupult evni, tí tað finnast eisini nátúrlig, hormonórógvandi evni, men tey mannagjørdu eru ofta nógv kraftmiklari enn tey nátúrligu. Ofta eru tey nógv vandamiklari fyri umhvørvi enn fyri fólk, sigur hon.

 

Fyrilesturin verður í Finsin, gomlu kommunuskúlaauluni, í kvøld klokkan 19. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her