Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 09.09.2017 (08:37)

Eru við at finna prísin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin

Príslegan fyri, hvat bummgjaldið fer at vera fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, er við at vera lagt.

 

Tað fortaldi Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, á kunnandi fundinum um Suðuroyartunnilin í vikuni

 

– Prísurin skal eggja fólki til at brúka tunnilin, segði Henrik Old.

 

Hann segði, at tosað hevur verið um nógvar ymsar prísir. Men nú verður tosað um, at prísurin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, fer at liggja ímillum 50 og 70 krónur.

 

Hann staðfestur, at Eysturoyartunnilin er í eini serstøðu, tí tað ber eisini til at koyra eftir fjøllunum, so kynstrið verður at leggja prísin í eina legu sum fær fólk at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur enn eftir fjøllunum. Tó heldur hann eisini, at í illveðri um vetrarnar skal nakað nógv til at fáa fólk at leggjast á fjøllini, heldur enn at fara ígjøgnum tunnilin.

 

– Men prísurin skal vera so, at bilførarar fara gleðiliga ígjøgnum tunnilin, sigur Landsstýrismaðurin.

 

Armgarð Elin Steinhólm hjá Landsverki, sigur, at tað ber til at rokna seg fram til, hvat bummgjaldið skal vera fyri at vera hóskandi, uttan at tað er so høgt, at tað fær fólk at setast aftur.

 

– Tess færri fólk, ið brúka ein tunnil, tess minni nytta fæst úr íløguni, legði hon afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her