Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (18:03)

ES-kommissiónin vísur Sea Shepherd burtur

Eitt av aðalmálunum hjá sonevnda djóraverndarfelagsskapinum Sea Shepherd hevur verið at draga Danmark fyri ES-dómstólin, ákærdar fyri at bróta ES-lógir um hvalaveiðu í samband við føroyska grindadrápið.

 

Sea Shepherd vil vera við, at danir eru samsekir við føroyingum, við tað at teir loyva føroyingum at drepa grind. Sea Shepherd vísa eisini á, at tað er danska løgreglan, sum handtók limir sínar og danska dómsvaldið, sum sendi teir av landinum, eins og at danska sjóverjan vardi grindadrápini, sum Sea Shepherd royndi at steðga í 2015 og 2016.

 

8. mai sendi Sea Shepherd Holland tí eina umbøn til ES-kommissiónina um at ákæra Danmark fyri brot á djóraverndarlógirnar hjá ES.

 

Nú hevur Sea Shepherd so fingið svar, men ikki tað, tey vónaðu. ES-kommissiónin vísir áheitanini frá sær, við tí grundgeving, at Føroyar eru ikki limir í ES og ikki umfataðar av ES-sáttmálum sum forbjóða hvalaveiðu.

 

Sea Shepherd eru í øðini um hesa avgerð og siga seg vera skelkaði av, at ES-kommissiónin als ikki tekur støðu til ákærurnar móti Danmark.

- Sea Shepherd hevur ført fram ófrávíkilig vísindalig prógv fyri at somu hvalir, sum ferðast í ES-sjógvi verða offur í danskt stuðlaða grindadrápinum. Men ES-kommissiónin velur, uttan grundgeving, at síggja burtur frá hesum prógvum, skrivar Sea Shepherd frá.

 

Sea Shepherd gevst tó ikki so. Tey fara at royna eina ferð enn at fáa ES-kommissiónina at taka málið upp og hótta við, at um ES-kommissiónin enn einaferð vísur teimum durafjórðingin, fara tey at kæra ES-kommissiónina til Umboðsmannin hjá ES.