Etið ikki slopnan fisk frá Bakkafrost á Gulanum

Í samband við illveðrið seinastu dagarnir, hevur eitt óhapp verið á aliøkinum á Gulanum í Havn, og illgruni er um at fiskur er sloppin úr tí eina ringinum.

 

Hetta upplýsir Bakkafrost í morgun.

 

Hesin fiskurin er nýliga viðgjørdur við heilivági ímóti laksalús og verður tí frárátt at nýta henda fisk til matna.

 

Vanliga afturhaldstíðin til henda fisk til matna er 1. februar 2018.

 

– Fiskurin, sum møguliga er sloppin, vigar í miðal 1,8 kg, og skuldi hent seg, at onkur hevur fingið fatur á laksi frá alibrúkinum, verður mælt til at beina henda burtur, siga tey á Bakkafrost.