Europa og niðurflyting eru á skrá

Setningurin hjá EB/Streymi er í Gundadali at standa seg betur enn fyri einari viku síðani

Aftur í dag eru Jákup Martin Joensen og hansara menn á veg í Gundadal. Fyri viku síðani fór EB/Streymur úr høvuðsstaðnum við 4-1 tapi ímóti HB. Nú fyrireika Jákup Martin Joensen og Jákup á Borg og hinir í EB/Streymi seg til at hitta B36.

 

Dagsskráin hjá B36 er at styrkja um sína støðu í kappingini um europeisku plássini. Tað sær ikki so galið út hjá Dan Brimsvík og hansara monnum, tí B36 er á fjórða plássi og fýra stig frá fimta plássinum. Og so  hevur B36 spælt ein dyst færri enn NSÍ. Størsti vandin fyri at B36 skal missa europeiska atgongumerkið er, at NSÍ fer at vinna steypafinaluna.

 

Síðsta sunnudag vann B36 5-0 á heimavølli ímóti ÍF. Ta ferðina skoraði Sebastian Pingel tvey mál. Í dag er hann leikbannaður. Magnus Holm Jacobsen og Brian Jakobsen eru skaddir.

 

Hjá EB/Streymi er dagsskráin framvegis at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Tað eru seks stig aftur til ÍF, sum er undir strikuni, og málmunurin hjá EB/Streymi er frægari, enn tann hjá ÍF er. Elias El Moustage og Tóki H. Johannesen eru skaddir.