Europearar eru sera ivasamir um tilflyting

Sjey av tíggju europearum halda, at land teirra tekur ímóti ov nógvum tilflytarum

Europearar eru sera ivasamir um tilflytingina til europeisku londini. Umleið 70 prosent av europearum halda, at land teirra tekur ímóti ov nógvum tilflytarum, og 85 prosent halda, at Europa skal gera meira fyri at steðga ólógligari tilflyting.

 

Tað vísir kanning, sum BVA Xsight hevur gjørt fyri miðilin ARTE Europe Weekly. Spurnarkanningin var gjørd í døgunum frá 27. mars til 9. apríl, og 22.726 fólk í teimum 27 ES-londum luttóku í kanningini.

 

Í Grikkalandi halda heili 90 prosent av teimum spurdu, at landið tekur ímóti ov nógvum tilflytarum. Í Írlandi halda 78 prosent tað sama, og í Týsklandi og Eysturíki svara 77 prosent, at tey halda, at land teirra tekur ímóti ov nógvum tilflytarum.

 

Tey trý norðurlondini, sum eru partur av ES samveldinum, vóru við í kanningini. Í Svøríki halda 70 prosent av teimum spurdu, at landið tekur ímóti ov nógvum tilflytarum, í Finnlandi halda 62 prosent tað sama, og í Danmark er talið 57 prosent.

 

Tá ið fólk verða spurd, um tey halda, at tilflyting er ein týðandi samfelagsstrupulleiki eru tað serliga fólk í Bulgaria (74 prosent), Kekkia (73 prosent), Ungarn (68 prosent) og Kýpros (68 prosent), sum halda, at tilflyting er ein týðandi samfelagstrupulleiki.

 

Hinvegin vísir kanningin, at í Italia, har flestir ólógligir tilflytarar eru komnir inn í landið, halda bert 44 prosent av teimum spurdu, at tilflyting var ein týðandi trupulleiki.