Eurovision: Hesi lond eru favorittar

Í kvøld er finalan í Eurovision tónleikakappingini, sum hesaferð verður hildin í Kiev í Ukraina. 26 lond eru við í finaluni, og tey hava øll ein møguleika at vinna kappingina í kvøld. Trý norðurlond eru við í finaluni – tey eru Svøríki, Noreg og Danmark. Ísland og Finnland komu ikki víðari frá hálvfinalunum, sum vórðu hildnar fyrr í vikuni.

Ein føroyskur songkvinna verður við í finaluni í kvøld. Tað er Linda Andrews, sum er ein av kórsangarunum hjá danska luttakaranum Anja Nissen. Linda Andrews og hinir fýra kórsangararnir hjá danskarum síggjast ikki á pallinum, men tey syngja live saman við Anju Nissen.

Veddingarfyritøkurnar meta støðugt um, hvørji lond hava best møguleika at vinna kappingina, og Italia hevur alla vikuna verið mettur sum størsti favoritturin. Men nú upp undir finaluna hava fleiri av veddingarfyritøkunum fingið størri tiltrúgv til Portugal, sum ongantíð hevur vunnið Eurovision. Roknað verður eisini við, at Bulgaria verður millum tey fremstu.

Roknað verður við, at Danmark fer at liggja miðskeiðis í røðini av teimum 26 londunum.

Eurovision-finalan byrjar í kvøld kl 20.00.