Evi og Stig Rossen spælt inn fyrstu duettina

Á country- og bluesfestivalinum í Sørvági 15. juni kemur út ein EP við 4-5 duettum við Evi Tausen og Stig Rossen

– Stig Rossen og eg vóru í novembermánaði í Lundgaard studio í Danmark og spældu inn fyrstu duet okkara, Our Sweet Love. Hetta samarbeiðið millum okkum er nýtt og riggar sera væl, tí hava vit avgjørt at innspæla eina EP við 4 - 5 duettum á.

 

Tað sigur Evi Tausen. Á EP'ini verða løg frá Nashville og Føroyum.

 

– So hetta verður ein fløga við føroyskum Nashville soundi. Ætlanin er at hon skal vera liðug fyrst í Juni 2018, og skal hon gevast út í Føroyum og í Danmark, sigur Evi tausen.

 

Tað verður Jákup Zachariassen sum fer at standa fyri upptøkunum.

 

– Ætlanin er at hava okkara útgávukonsert á country og blues festivalinum í Sørvági tann 15. Juni, sigur Evi Tausen.

 

Á leinkjunum niðanfyrk ber til at brot úr sanginum – og til ber eisini at downloada hann her:

 

https://evitausen.hearnow.com/

 

Og her er ein Facebook síða har ein kann fylgja við Evi og Stig www.facebook.com/EviogStig/