Evi og Stig Rossen syngja saman

Evi Tausen hevur í dag verið í upptøkuhølum við stig Rossen.

 

Evi Tausen hevur í dag verið í upptøkuhølum við stig Rossen. Tey hava í dag sungið ein sang inn, men hava ítøkiligar ætlanir um fleiri.

 

 

 

- Tað kom soleiðis í lag, at eg var til tiltakið, har Stig Rossen sang sangir hjá Bamses Venner í Føroyum. Klaverleikarin rópti á meg, og spurdi um eg ikki var Evi, tí hann spældi klaver á einum lag hjá mær. Hann bað meg koma afturum pallin, har eg hitti Stig Rossen, greiðir Evi frá.

 

 

 

Evi og Stig prátaðu saman, og tað vísti seg, at Stig Rossen dámar væl country tónleik.

 

 

 

- Eg greiddi frá, at eg havi tvær duettir liggjandi eftir frá míni Nashville-fløgu. Eftir at hann hevði hoyrt sangirnar vísti tað seg, at honum dámdi tilfarið væl, sigur Evi.

 

 

Í dag hava Evi og Stig Rossen so verið í Lundgaard Studio og tikið fyrru duettina upp.

 

 

 

- Ætlanin er at taka hina duettina upp í apríl, tá Stig Rossen kemur til Føroya. Væntandi geva vit eina EP útgávu út. Jákup Zachariassen tekur tá upp, og skrivar nýggjar sangir júst til mín og Stig at syngja, sigur Evi.

 

 

 

- Eg elski at syngja duettir. Og í hesum førinum í dag haldi eg tað eydnaðist við góða samspælinum, sum so ofta er í væleydnaðum duettum. Her er tað so, at vit svara hvør øðrum aftur, og samspælið er sera gott, sigur Evi.

 

 

 

Sangurin verður at hoyra næsta ár.

 

 

 

- Eg eri so glað fyri, at Stig tímur at syngja við mær, og eisini at honum dámar so væl country. Og eg eri væl nøgd við úrslitið í dag, sigur Evi Tausen, og tað hoyrist á henni, at hon er ikki komin heilt niður á jørðina aftur, eftir dagin í upptøkuhølunum í dag, og eftir at hon hevur verið til dómkirkjukonsert við Stig Rossen í kvøld.