Eyðfinn Mørk 70

Føðingardagsheilsan til pápa mín Eyðfinn Mørk í Vági á 70 ára degnum Tollaksmessudag 23.12.2015.

 

Hey góði pápi, nú fyllir tú aftur og hesaferð fyllur tú 70 ár. Ja, tíðin flýgur avstað, eg verið aftur noyddur at skriva nøkur orð á tínum stóra runda degi.

 

Pápi vaks upp á Tvøroyri og er sonur Hjørdis Mørk úr Tórshavn og Martin Berg ættaður úr Sandvík. At pápi er føddur í Tórshavn Tollaksmessudag 1945, er tað kanska ikki so  nógv fólk, sum vita um. Men hann búði bert í Havn í 1 ár, tá ið hann flutti suður til Sanvíkar at búgva saman við Hjørdis ommuni og Martin abba. Seinni flutti tey til Tvøroyri. Tey búði í Valinum, har búði hann saman við foreldrunum og systkinunum hjá sær ávikavist Hanus, Hanna, Essuni og Eyvør.

 

Pápi flutti seinni suður til Vágs at búgva bert 15 ára gamal og har hevur pápi búleikast síðani, saman við okkum øllum.

 

Tað sum tók serliga hart uppá pápa var tá ið systrarnar hjá honum Rini og Hanna doyðu av krabbameini. Rini var bara 36 ár tá ið hon doyði og Hanna doyði fyri nøkrum árum síðani. Pápi misti eisini mammu sína Hjørdis av krabbameini í 1999. Eisini Martin abbin doyði av krabbameini, nøkur ár frammanundan.

 

Pápi giftist við mammu okkara Ingibjørg Ryggshamar hin 2. januar 1965, sum er dóttir Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.

 

Um hetta mundið búðu tey úti í Toftalíð saman við langommuni Julionnu. Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund.

 

Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum. Í 1968 bygdu tey sær egið hús á Vallarajørð í Vági.

 

Men væl hevur gingist hjá tykkum hóast tit mistu alt úti í Toftalíðí Vági og okur 8 systkin sum eru Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni hava nógv at takka tykkum báðum fyri, hóast tað hevur mangan verið strævið hjá tykkum báðum.

 

Men okur 8 børnini og øll abba, ommubørnini, minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum. Hetta fáa nú tey fyrstu langabbabørn og langommubørnini eisini stóra gleði av og tað er at vera takksamur fyri.

 

Pápi fór til sjós bert 13 ára gamal. Pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Umframt, at hava koyrt lastbil og arbeitt á Suðurfisk í fleiri ár. So hevur pápi havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum øll gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta.

 

Heilsan hjá pápa er farin at bila nógv tey seinastu árini, og hansara gongurtúrar rundan um Vatnið eru nú næstan eingir, frá at ganga 3 til 4 túrar um dagin, eru hesir túrar nú hildnir uppat. Vit vóna sjálvandi, at tú blívur betri fyri, so at tú eitt nú, kann ganga hesar túrar aftur. Tað sum hugtekur teg serliga nógv og hevur altíð gjørt, er at fylgja við, tá ið Newcastle spælir í Premier League. Tað fyrsta tú reypar um, tá ið tú ringir til onkran av okkum, ella vinum, er at reypa um Newcastle, serliga um teir vinna.  

 

Samfelagsviðurskiftu hava altíð havt hansara áhuga, hann hevur m.a. sitið í 23 ár í Vágs Býráð frá 1985 til 31.12.2008.

 

Pápi er ikki ein persónur sum tosar so nógv um slekt, men hann fortelur oftani frá hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur, at vitja familjuna har. Serliga tosar hann um Ingibjørg systir Martin abban og hennara hjartarúm, tá ið hann var smádrongur. Somuleiðis, tosar hann nógv positivt um Helenu Hjelm (mostur at pappa) og Arnhold Hjelm. Har pápi kom nógv sum smádrongur og ungur.

 

Eg havi oftani spurt pápa um familjuna og um Mørk slektina hjá honum, men hann hevur ikki givið mær eitt greitt svar enn, men svarið sum hann altíð hevur givið mær er, at røturnar eru úr Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Hovi og í Havn. Men, at hann sigur altíð, at hann er vágbingur um ein háls.

 

Men, hann tekur oftani til orðanna og sigur, at hansara familja eru vit børnini og  familjan hjá mammu, tað kemur ivaleyst av, at hann hevur búð næstan alt sítt lív í Vági og følir seg sum vágbing, hóast røturnar er aðrastaðni frá.

 

Mamma og heilsan hjá henni er tíverri, eisini farin at bila, hesu seinnu árini og tey fáa nú bæði hjálp til ymisk ting herheima, tað eru tey bæði eisini sera takksom fyri.

 

Pappa eg fari, at ynskja tær ein góðan 70 ára føðingardag og eg takki tykkum báðum so innarliga fyri, alla hjálp og kærleika tit hava víst okkum øllum í familjuni. Serliga takki eg fyri, at eg kann búgva aftur her í barnaheiminum, hesu seinastu 2 árini. Tit hava, hóast ringa heilsu víst mær stóran kærleika og nærleika.

 

Eg elski tykkum yvir alt fyri tað og Guds signing framtíð tykkara og við vón um, at heilsan hjá tykkum gerst fragari.

 

Eg vil hervið ynskja tær pappa hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum, nú Tollaksmessudag 23.12.2015, har tit hava opið hús frá kl. 10:00 til 14:00

 

 “Størri kærleika eingin annar gevur

frá morgun til myrkur og meðan ein svevur”

 

 

Gleðilig jól og gott nýggjár.

 



Vágur hin 21.12.2015,

Sonur tín