Eydna mynstrar av

Siri Sørensen setur seg aftur í blaðstjórasessin á Kvinnu

Ábyrgdarblaðstjórin á Kvinnu eitur nú aftur Siri Sørensen. Hon hevur seinasta árið verið í barsilsfarloyvi og hesa tíðina hevur Eydna Skaale røkt starvið.

 

Nú skifta tær um. Siri Sørensen setir seg aftur í blaðstjórasessin, meðan Eydna Skaale fer í barsilsfarloyvi.

 

– Tá eg tók við, ætlaði eg, at Kvinna skuldi gerast hvassari og seta dagsskránna í samfelagnum í størri mun, og tað haldi eg hevur hepnast væl. Til dømis hevur Kvinna sett fokus á neyðtøkur í Føroyum, og tær djørvu kvinnurnar, sum søgdu sína søgu, hava sligið fast, at hesin trupulleikin skal takast í álvara, sigur Eydna Skaale við Kvinna.fo

 

Siri Sørensen sigur, at hon framyvir fer at gera meiri burtur úr at menna kvinna.fo.

– Tað hevur verið ein fragd at lisið hvørja Kvinnu, sum Eydna hevur staðið fyri, og eg gleði meg at taka yvir aftur. Hvassi leisturin fer sjálvandi at halda fram, og eg ætli somuleiðis, at kvinna.fo skal gerast lítlasysturin hjá Kvinnu við nógvum spennandi tilfari, bæði frá redaktiónini, men eisini frá lesarunum, sigur Siri Sørensen.