fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Glenn Perdomo og Eyðun Berg, sum nú eigur Plátuverkstaðin, ið hevur fingið navnið FIXA.

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (21:31)

Eyðun eigur nú Plátuverkstaðin

FIXA er nýggja navnið hjá Plátuverkstaðnum á Hálsi, sum nú eisini hevur skift eigara. Tað er Eyðun Berg, sum í nógv ár hevur verið løgreglumaður, ið hevur yvirtikið allan ognarpartin í verkstaðnum.

 

Eftir at búskaparliga støðan fyri góðum trimum árum síðan ikki hevði verið so góð vegna minkandi arbeiði, kom Eyðun Berg inn í virkið hjá Glenn Perdomo sum parteigari.

 

Seinnu árini hevur framgongd aftur verið í virkseminum hjá Plátuverkstaðnum, og nú Glenn Perdomo ynskti at selja sín part, hevur Eyðun Berg yvirtikið allan ognarpartin. Glenn er tó framvegis knýttur at verkstaðnum.

 

Hóast Eyðun Berg í nógv ár hevur verið løgreglumaður, er hann kortini kki ókendur innan bilaøkið. Áðrenn hann fór undir útbúgving sum løgreglumaður, var hann útbúgvin bilsmiður.

 

Eyðun Berg lærdi hjá Wenzel, sum tá helt til við Oyggjarvegin, og eitt skifti eftir lokna útbúgving arbeiddi hann eisini sum sølumaður hjá Bilasøluni Norrønu.

 

Í sløk 30 ár hevur hann arbeitt sum løgreglumaður, men nú ynskti hann nýggjar avbjóðingar í privatu vinnuni og hevur tískil sagt seg úr einum tryggum starvi.

 

- Endamálið hjá FIXA er at umvæla bilskaðar, lastbilar, bussar og húsvognar. Í løtuni eru sjey fólk í starvi hjá felagnum, og starvsfólkini hava drúgvar royndir innan sítt yrki, sigur nýggi eigarin.

 

Eyðun Berg sigur, at FIXA leggur seg eftir at avrika fyrsta floks arbeiði, og fyritøkan leggur dent á at hava eitt høgt tænastustøði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her