Eyðun skal stjórna Huxa

Nývalda nevndin

Stórar broytingar vórðu gjørdar í nevndini hjá Huxa, ungmannafelagnum knýtt at Fólkaflokkinum, tá felagið hevði sín aðalfund herfyri.


Fleiri av persónunum, ið hava myndað felagið síðstu árinini, harímillum Rói B. Poulsen, Jóhan B. Húsgarð og Hanus Samró, hava takkað fyri seg, og í staðin er nevndin í stóran mun mynda av nýggjum kreftum.


Nývald í nevndini eru Kirstin H. Hansen, Eyðun Hansen og Arni Rasmussen.


Nýggja nevndin hevur skipað seg við Eyðun Poulsen sum formanni, Tummas Jóhan Larsen sum næstformanni, Helgi Debes Michelsen sum kassameistara, Kirstin H. Hansen sum skrivara, Eyðun Hansen sum nevndarlim, og Arna Rasmussen og Frígerð Thomsen sum eykalimir.  

Nývalda nevndin

Nývalda nevndin

Nývalda nevndin

Nývalda nevndin

Nývalda nevndin