Eysturríkari slær gamalt met úr dysti móti Føroyum

Christoph Baumgartner skoraði skjótast mál, sum nakrantíð er skrásett í landsdysti. Seks sekund. Gamla metið hjá Eysturríki var ímóti Føroyum

Christoph Baumgartner rak bóltin frá miðjuni, áðrenn hann sendi bóltin flatt í netið. - Foto: David W Cerny/Reuters

Meira tíð skuldi eysturríkski landsliðsspælarin Christoph Baumgartner ikki brúa til tess at leggja land sítt fram um 1-0 í vinardysti ímóti Slovakia í gjárkvøldið.

Sambært tíðindastovuni Reuters er talan um skjótast mál, sum nakrantíð er skrásett í einum almennum landsdysti.

Higartil metið í landsliðshøpi setti týskarin Lukas Podolski í 2013, tá hann skoraði eftir sjey sekund í deysti úmóti Ecuador.

Málið hjá Christoph Baumgartner kom, tá hann einsamallur fór rennandi av miðjuni beint eftir at Eysturríki hevði givið bóltin upp.

Tá dómarin bríkslaði dystin í gongd, trillaði ein liðfelagi bólti móti Christoph Baumgartner, og so drønaði Leipzig-spælarin avstað beinleiðis ímóti málinum hjá Slovakia.

Fyrst driblaði hann millum tveir mótstøðumenn, síðani fintaði hann ein triðja. Tá slovakiska verjuketan bakkaði, helt Christoph Baumgartner fram og setti bóltin flattí netið úr eini støðu beint uttan fyri brotsteigin.

Málið sendi Eysturríki á kósina ímóti sigri, sum endaði við 2-0. Andreas Weimann skoraði seinni málið síðst í dystinum.

Gamla metið hjá eysturríkska landsliðnum var annars upp á 49 sekund, og tað setti Stefan Maierhofer, tá Eysturríki spældi ímóti Føroyum í 2009.

/ritzau/

 

Christoph Baumgartner rak bóltin frá miðjuni, áðrenn hann sendi bóltin flatt í netið. - Foto: David W Cerny/Reuters