Leita á in.fo

Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum, sigur, at fløskuhálsurin er á sjúkrahúsunum og á psykiatriska økinum

Áki Bertholdsen 18.06.2017 (07:30)

Fáa ikki tikið fleiri næmingar

–  Ein trupulleik er, at vit fáa ikki starvsvenjingarplass til fleiri heilsurøktarar.

 

Tað sigur Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy.

 

Tað eru tvær útbúgvingar á Heilsuskúlanum. Tað er heilsuhjálparaútbúgvingin, sum varar í 15 mánaðir og til ta útbúgvingina er ongin trupulleiki at fáa starvsvenjingarpláss. Sostatt vera eini 20-22 næmingar tiknir inn tvær ferðir um árið til heilsuhjálparaútbúgvingina.

 

Men nú hevur verið ført fram at tað eisini er stórur tørvur á Heilsurøktarum, sum er ein útbúgving upp á 22 mánaðir oman á heilsuhjálparaútbúgvingina. Og tað hava summi brúkt sum grundgeving fyri, at ein útbúgving eigur at verða sett á stovn í meginøkinum eisini.

 

– Men vit fáa bara starvsvenjingarpláss enn til 15 heilsurøktaranæmingar um árið, sigur Jórun Petersen. Vit taka tó ofta upp til 20 næmingar upp, og royna so at finna kreativar loysnir fyri starvsvenjinga, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at tað eru starvsvenjingarpláss á sjúkrahúsunum og á psykiatriska økinum, sum eru fløskuhálsurin. Ein orsøk til tað er, at sjúkrahúsdeildir eru niðurlagdar, samstundis sum tað skal vera rúm fyri lesandi á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í starvsvenjing, haðani 30 næmingar verða tiknir í starvsvenjing um árið.

 

Hinvegin heldur hon, at tað kundi bøtt um trupulleikan at broytt starvsvenjingina yvir ein størri part av árinum, so at nakrir fáir næmingar fóru í starvsvenjing hvørja ferð, men tilsamans høvdu vit so kunna fingið fleiri næmingar í starvsvenjing, heldur hon.

 

Men tað er ikki nakað, ið liggur í kortunum beint nú og Jórun Petersen veit heldur ikki um tað hevði borið til og um sjúkrahúsini kunnu taka ímóti fleiri næmingum.

 

– Men samanumtikið kann tað eisini verða ein politiskur spurningur, at sjúkrahúsini fáa álagt at taka fleiri næmingar, um tørvurin er so stórur, leggur hon afturat

 

Hinvegin verður arbeitt við at broyta útbúgvingina, so at tað skal bera til at læra til Heilsurøktara, uttan at vera heilsuhjálpari frammanundan og ein partur av tí er at starvsvenjingin verður spjødd yvir ein størri part í árinum.

 

Talan verður so um eina heilsuhjálparaútbúgving upp á 15 mánaðir og eina serstaka heilsurøktaraútbúgving fyri seg upp á tvey ár og 10 mánaðir. Umleið helvtin av hesi tíðini, útbúgvingin tekur, er skúlagongd í Suðuroy, har tað longsta skeiðið í skúlanum í Suðuroy er 14 vikur og tað stytsta skeiðið er 10 vikur. Restin er so starvsvenjing, sum er um alt landið.

 

 Annars upplysti Jóhanna Andreasen, Kveikjari í Als, at Als fyri skeiðum upp á eina viku í grundleggjandi heilsurøkt við tí endamáli at útvega fleiri heilsurøktarpláss men tað er forkvinnan í Heilsurøktarafelagum púra ósamd í.

 

Jórun Petersen heldur, at skal Als skipa fyri skeiðum av hesum slagi, eigur fremsta endamáli at vera eggja fleiri fólkum at velja sær ta útbúgvingina, og ikki fyri at taka starvið frá útbúnum heilsuhjálparum og heilsurøktarum.

 

Tað er ein tilgongd, ið tekur tíð at venja seg arbeiða við fólki, og at vera teimum so nær heilsustarvsfólk eru teimum. Tað skal ein útbúgving av eini ávísari longd til hesa tilvenjing.

 

– Tí kann ein loyva sær at ivast í um virðing er fyri útbúgvingini, tá hildið verður at hetta kann gerast uppá eina viku, sigur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya.