fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.11.2017 (22:00)

Fáa vit ikki semju eru vit ikki stjórnarberandi

– Finna vit ikki eina semju um eina nýggja fiskivinnuskipan, mugu vit ásanna, at Javnaðarflokkurin er ikki stjórnarberandi longur.

 

Ætlanin hjá samgonguni at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan er eitt hart hoyggj at draga, serliga tí at tingmenninir hjá flokkinum ikki vilja taka undir við tí, teir áður hava bundið seg til at taka undir við.

 

Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, javnaðartingmenn á Tvøroyri vilja hava broytingar fyri at taka undir við ætlaðu fiskivinnuskipanini, sum hon nú fyriliggur, tí fortreytirnar eru broyttar, síðani teir í summar bundu seg til at taka undir við henni.

 

Og nú á miðfegi visti KvF at siga, at eisini Jónleif Johannesen, javnaðartingmaður í Norðoyggjum, hevur síni fyrivarni.

 

Ein fortreyt, sum er broytt síðani seinast, er, at altjóða fiskiveiðifelagsskapurin ICES, vil hava kvoturnar á uppsjóvarfiski munandi lækkaðar næsta ár og tað broytir fortreytirnar hjá áðurnevndu tingmonnum at taka undir við fiskivinnunýskipanini.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at roynt verður at finna eina semju. Men hann ásannar tað, at eydnast tað ikki, kann Javnaðarflokkurin ikki longur kalla seg stjórnarberandi.

 

Men annars er hann fáorðaður og hann vil ikki siga um avleiðingin av tí verður at hann útskrivar nýval.

 

– Tað fáa vit at síggja, sigur hann. Men fyribils hevur hann boðað frá, at fyribils hevur hann ongar ætlanir um at útskriva nýval. Hann sigur eisini, samgongan hevur ikki sett nakað evstamark fyri, nær tey skulu hava eina semju, ella tey gevast.

 

Tað skerst ikki burtur, at síðani fyrsta uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram, er tað nógv broytt og tillagað fyri at fáa undirtøku fyri tí.

 

Men Løgmaður sigur, at enn vil hann kalla nýggja uppskotið fyri eina nýskipan, men talan er als ikki um nakra kollvelting, sum summi vilja gera tað til. Men hvussu stórar broytingar, teir ymsu flokkarnir tola afturat, vil løgmaður ikki siga nakað um. Men sjálvandi hava allir flokkar sítt pínumark, leggur hann afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her