fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Birgir Kruse vitjaði fyrrapartssendingina "Sjóðteim" á Rás2 til eitt prát um blogging og Facebook

Heri Simonsen 12.03.2018 (19:55)

Facebook er gott fyri fólkaræðið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Birgir Kruse í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Birgir Kruse er ein væl kendur bloggari, og ikki so fá lesa Birkblog, sum hann nevnir sína bloggaraprofil.

 

Birgir Kruse heldur, at Facebook hevur verið gott fyri fólkaræðið. Á Facebook tora mong at stíga fram og skriva, sum ikki áður tordu at stíga fram á teimum pallunum, sum vóru tøkir í gomlum døgum.

 

Birgir Kruse heldur tað eisini verða løgið, at politikkarar o.o. altíð skulu nevna Facebook "Teir sosialu miðlarnir", tá Facebook er so at siga tann einasti sosiali miðilin føroyingar eru á. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her