Leita á in.fo

Soleiðis sær út á Facebook hjá summum

Pætur Hjalmar Evensson 13.03.2019 (17:41)

Trupulleikar við Facebook beint nú

Hevur tú trupulleikar við tínari Facebook kontu seinnapartin í dag? So ert tú ikki tann einasti/einasta. 

 

Fólk í øllum heiminum uppliva tekniskar trupulleikar við Facebook í dag. Hetta veri seg eitt nú trupulleikar við at deila, viðmerkja og dáma uppsløg. Summi hava eisini trupulleikar við at senda privat boð til sínar facebookvinir, og summi kunnu ikki rita inn.

 

Facebook veit um trupulleikan og sigur, at síðan skuldi riggað sum vanligt aftur um eina løtu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her