fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Jacob Zuma. Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 12.02.2018 (23:31)

Fær 48 tímar at leggja frá sær

Suðurafrikanski stjórnarflokkurin ANC, stytting fyri African National Congress, hevur givið sitandi forsetanum Jacob Zuma eina freist á 48 tímar at leggja frá sær. Um hann ikki ger tað sjálvboðin, so fer flokkurin at koyra hann frá. Tað skrivar suðurafrikanski public service miðilin SABC, sambært Reuters.


75 ára gamli Jacob Zuma hevur sitið við valdinum í Suðurafrika síðan 2009, men hevur seinnu árini javnan verið undir illgruna fyri at taka móti mutri, og er tað eisini ein muturgøla, ið nú tykist at fella forsetan.


Avgerðin um at geva forsetanum eina 48 tímar freist at leggja frá sær, bleiv tikin eftir ein átta tímar langan fund í floksleiðsluni.


ANC er gamli flokkurin hjá Nelson Mandela, og hevur flokkurin havt valdið í Suðurafrika síðan apartheid varð avtikið. Nelson Mandela gjørdist fyrsti forsetin hjá flokkinum, tá hann vann valið í 1994. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her